Jambalaya Band

Jambalaya Band er úr Danmark, manningin telur seks og teir spæla framúrskarandi lurtara- og dansivinarligan countrytónleik. Skráin hjá teimum er alt frá gomlum slagarum til tann nýggjara countrytónleikin, umframt egið nýskrivað tilfar.

Av teimum seks í bólkinum er ein føroyingur, tað er Sonny Poulsen, sum er ættaður úr Nólsoy, men hevur búð í Danmark tey seinastu nógvu árini. Her heima er hann best kendur sum ein av manningini í bólkinum “Springs”, sum var nógv frammi seinast í 80’unum og fyrst í 90’unum.

Í fjør góðu teir út fløguna “Jambalaya and Friends”, henda fløgan fekk sera góða móttøku, fløgan er ein samling av nýggjum og gomlum countrytónleiki við ymiskum countrysangarum sum solistum, donskum sum útlendskum.

Jambalaya Band spælir nógv á teimum stóru countryfestivalunum í Danmark og í útlondum, bæði sum egið orkestur og sum orkestur fyri útlendskar countrysangarar, her kunnu vit millum annað nevna Billy Yates, sum framførdi á Country- & Bluesfestivalinum í fjør og okkara egna Hallur Joensen, sum hevur samstarv við Jambalaya Band tá hann framførir uttanfyri landoddarnar.