Kristina Bærendsen

Kristina Bærendsen er aftur á plakatini til festivalin 2015, eftir at hon ikki var við í fjør, tá hon arbeiddi við nýggjari fløguútgávu, og tó, hon var gestasangari/backupsangari í fleiri framførslum.

Síðani tá, er so fløgan “Nothing’s Here To Stay” útkomin, hetta er ein ensk útgáva av fyrstu fløguni hjá Kristinu “Kristina”, sum kom út í 2012, umframt tvey nýggj løg, sum komu afturat í nýggju útgávuni.

Kristina sang allar vokalarnir inn í Nashville, USA og okkurt ljóðføri bleiv lagt afturat, so ensku tulkingarnar eru nakað ørvísi enn tær føroysku.

Nú eru fimm nøvn almannakunngjørd, í desember avdúkaðu vit Signar í Homrum (FO) & Laura van den Elzen (NL)