Uni Debess

Uni Debess & The Tomcats koma aftur í ár at spæla á Sørvágs Country & Blues Festivali, og manningin boðar frá góðsku og drúgvum royndum.

Uni sigur frá, at teir í løtuni eru í studio, har teir leggja seinastu hond á eina nýggja fløgu, sum hevur verið í ger í uml. hálvtannað ár.

Tónleikurin á hesu fløgu er meiri yvir í funk/rock/blues, sum var nógv at hoyra í 1960'unum og 70'unum. Hóast fløgan ikki verður tøk fyrr enn uml. septembur 2015, so fer bólkurin at spæla nøkur av løgunum av nýggju fløguni á festivalinum í ár.

Manningin í bólkinum er: Uni Debess, Finnur Hansen, Edvard Nyholm Debess, og Rógvi á Rógvu.