Vágaverk/Váðaverk

Fyri fyrstu ferð er Vágaverk/Váðaverk á skránni hjá Country- & Bluesfestivalinum.

Seinastu árini hevur hesin bólkur verið ein av mest spældu bólkum í føroysku úrvarpsrásunum,

Vágaverk hevur givið tvær fløgur út, tann fyrra “Vágaverk/Váðaverk” kom út í 2002, av tí perlurekkjuni av løgum á tí fløguni, kunnu vit millum onnur nevna hesi løgini, sum hvørt mansbarn man kenna, Medistari í Karry, Á trappuni hjá Lenu, Eftir 1001 Nátt og Jung & Freud & Fromm og úr seinnu fløguni, sum kom út í 2014 “Drekkivatn”, kunnu vit úr tí perlurekkjuni av løgum nevna Hvar Baby - Ljóta verð, Gamla mer – Býtisbarn og Tað var tá. Drekkivatn varð á FMA fyrr í ár, vald til ársins fløgu í 2014 undir bólkingini Blues, Folk & Country.

Teir, sum spæla við Vágaverk á Country- & Bluesfestivalinum eru: Jóan Jakku Guttesen, sang - Sámal Ravnsfjall, sang – Ronny Nielsen, sang – Brandur Jacobsen, trummur – Jón Mc.Birnie, bass – Kim Hansen, ljómborð, Leivur Thomsen, guitar og Ólavur Øster, guitar