Axel O & CO.

Axel O & CO. er ein country bólkur úr Íslandi, og manningin er:

Axel Ómarsson (sangari & gitar), Magnus Kjartansson (klaver & sang), Sigurgeir Sigmundsson (gitar & pedal steel), Jóhann Ásmundsson (bassur), Sigfús Óttarsson (trumma).

Bólkurin var stovnaður summarið 2015, og teir hava hagartil útgivið trý støk løg, ”Country Man”, ”The World” og tað nýggjasta lagið “Country Christmas all the way”. Í løtuni arbeiða teir við teirra fyrstu EP útgávu.

Tað var forsangarin Axel, ið tók stig til bólkin. Bert 16 ára gamal, flutti hann saman við familjuni til Tulsa, Oklahoma, og seinni til Houston, Texas, og tað var her hann fekk áhuga í country tónleiki. Hendan áhugan tók hann við sær, tá hann flutti aftur til Íslands.

Allir í bólkinum eru kendir í Íslandi, men har er ein, sum er kendur út um Ísland, nevnliga bass spælarin Johann Asmundsson, sum er ein av frontfigurunum í kenda tónleikabólkinum Mezzoforte.

Tað gleðir okkum at fáa Axel O & Co. til Føroyar í summar, og teir fara uttan iva at fáa gott lív í Dungasandi til Sørvágs Country -& Blues festival.