CountryJam

Nú kann Country -& Blues Festivalurin avdúka enn eitt føroyskt navn.

CountryJam eitur bólkurin og manningin er Hjalti Skaalum (guitar & sang), Milson Zachariassen (hawai-guitar & resonator-guitar), Sverri Mohr Edvinson (el-klaver), Kári Olsen (bas), Petur Bærentsen (guitar), Jógvan Toftum Olsen (trummu).

Teir spæla góðar gamlar country slagarar av m.a. Merle Haggard, Buck Owens og Hank Williams. CountryJam gleða seg til føra áhoyrararnar aftur á country røturnar, og har verður heilt sikkurt pláss fyri einum swing om. 

Teir fara á minna pallin fríggjakvøldi 10. juni kl. 20.00.