Shamrock

Í síðstu løtu hevur tað eydnast at fáa Shamrock á skránna. Shamrock hevur sín uppruna úr Miðvági og kunnu vit kanska kalla teir fyri teir føroysku Dubliners. Teir í mannað bólkin eru Henrik Børgesen sang/guitar, Marner Hansen bass/sang og Petur Bærensten mandolin/sang.

Vit halda at tað passar væl at byrja leygardagin við írskum fólkatónleiki, so Shamrock fer á lítla pall, leygardagin kl. 17.00.