Twilight

Kenda dansiorkestrið Twilight kemur vestur á Country -& Bluesfestivalin 10 juni.

Twilight telist millum allarkendastu og vælumtóktu dansiorkestur í Føroyum. Teir spældu í 1980unum, 1990unum og eisini fyrst í 2000unum til dans kring alt landið, bæði til dansitiltøk og á stevnum.

Manningini er skift eitt sindur út síðan 1995, men nú verður so aftur møguleiki at hoyra og uppliva Twilight við tí upprunaligu manningini spæla á Dungasandi í Sørvági.

Manningin er: Pauli Magnussen, gitar og kór. Robert Magnussen, sang. Einar Vesturklett, trummir. Kartni Fordnagard, bass og Hans A. Højgaard, keyboard og kór.

Teir gleða seg at koma at undirhalda fjøldini á Country -& Blues festivalinum við nøkrum heimagjørdum country løgum, nøkrum góðum løgum hjá amerikanska country bólkinum Alabama, og so sjávandi fara teir eisini at futta nakrir góðir gamlir slagarir av.