Vágaverk

Vágaverk koma spæla á Dungasandi í Sørvági. Tað verða vinmennirnir Jóan Jakku Guttesen og Sámal Ravsfjall við manning sum koma at spæla teirra kenda vágasound tónleik. 

Vágaverk hevur givið tvær fløgur út, tann fyrra “Vágaverk/Váðaverk” kom út í 2002, av tí perlurekkjuni av løgum á tí fløguni, kunnu vit millum onnur nevna hesi løgini, sum hvørt mansbarn man kenna, Medistari í Karry, Á trappuni hjá Lenu, Eftir 1001 Nátt. 

Og úr seinnu fløguni, sum kom út í 2014 “Drekkivatn”, kunnu vit úr tí perlurekkjuni av løgum nevna Hvar Baby - Ljóta verð, Gamla mer – Býtisbarn og Tað var tá. Drekkivatn varð á FMA vald til ársins fløgu í 2014 undir bólkingini Blues, Folk & Country.

Vágaverk við nøkrum av føroya bestu tónleikarum fara at geva okkum eina stóra konsert uppliving til festivalin 10-11. juni.