Western Satellites

Er ein bólkur úr Svøríki. Manningin er: Berra Karlsson (steelgitar), Thomas Haglund (fiól), Hessy Eriksson (trumma), Andreas EA Olsson (guitar/sang), Ola Soderberg (keyboard/sang) og Lena Noren (bassur/sang).

Bólkurin varð stovnaður í 1995, tá nakrir menn úr tveimum rockabilly bólkum settu sær fyri, at skapa country tónleik. Síðani tá hevur tað verði nógv útskifting av manning, men teirra málsetningur gjøgnum øll árini er at skapa country tónleik á høgum støði.

Í 1999 vann bólkurin ”the European Country Contest” í Pólandi og harafturat fekk bólkurin viðurslønirnar fyri “Most American Sounding Band” og “TV-Viewers Vote For Their Favorit Band” har 40 milliónir fólk í Europa kundu fylgja við í sjónvarpinum og atkvøða.

Fyrsta fløgan hjá teimum kom út í 2000 og hevur heiti “Old Chevy II”. Tey síðstu árini hava nógvir amerikanskir og norðurlendskir country sangarir umbiðið og framført við Western Satellites sum “backup band”.

Spennandi verður at fáa tey til Føroyar at spæla!